Um Sjálvstýri hevði havt umboð í Løgtingsins uttanlandsnevnd, so hevði hann ikki mælt til, at landsstýrismaðurin í uttanlandsmálum hevði skrivað undir semjuna við danska verjumálaráðharran um radaran á Sornfelli.
– Eg hevði sagt ja, um vit fingu eitt rentufrítt lán frá dønum til ein Suðuroyartunnil. Danir byggja bæði flogvøllir og annað í Grønlandi, so tað kundu teir eisini gjørt fyri okkum, sigur Kristin Michelsen.