Javnaðarflokkurin hevur altíð verið sera stinnur á Tvøroyri. Síðani í tríati árunum hevur flokkurin verið mest sum einaráðandi í javnaðarháborgini fram um allar aðrar, og soleiðis verður tað eisini næstu fýra árini.
Tað eru sjey limir í býráðnum á Tvøroyri, og í gjár endurvann Javnaðarflokkurin fýra umboð. Kristin Michelsen, sum er bæði tingmaður og borgarstjóri, vann nógv tær flestu persónligu atkvøðurnar, hóast talan hesa ferð var um ávísa afturgongd. Fyri fýra árum síðani atkvøddu 298 fyri Kristini. Hesa ferð settu 239 krossin við borgarstjóran.
Malla Dam og Jens Johannesen á javnaðarlistanum vórðu afturvald, meðan Bjarni Hammer avloysir Paula Einarson. Marjun Olsen, sum áður hevur umboðað Sambandsflokkin, varð hesa ferð vald fyri Kvinnulistan. Hallur í Heiðunum varð afturvaldur á fólkaflokslistanum, og Anita Vibergsdóttir er nývald fyri Bergur Berændsen, sum ikki stillaði uppaftur.