Líkt er til, at Kristin R. Mouritsen fær sínar fyrstu minuttir fyri AB, tá teir sunnudagin fáa vitjan av Víkingi. Fyrrverandi HB spælarin er komin heim til fyribils tveir dystir.
Kristin R. Mouritsen skifti í vetur til AB, men verður ikki fult tøkur fyrr enn í apríl. Tó liggur fyri hjá honum at koma heim til tveir dystir nú. Fyrst er tað dysturin móti Víkingi á Argjum, og síðani móti EB/Streymi á útivølli.
So er spurningurin um Kristin R. Mouritsen fær sítt debut fyri AB sunnudagin. Dysturin millum AB og Víking verður sunnudagin klokkan 16.