Kristin er stak væl nøgdur

Tað kundi illa gingið betur, heldur hann

- Eg eri stak væl nøgdur við úrslitið.

 

Tað sigur Kristin Michelsen borgarstjóri á Tvøroyri.

 

Hann stillaði upp á sínum egna lista, Kommunulistan, eftir at hann fór av Javnaðarlistanum, eftir at ósemja tók seg upp ímillum partarnar.

 

- Vit høvdu hálvan annan tíma um at gera listan, so tað kundi ikki gingið betri, sigur Kristin Michelsen, sum var toppskorari á valinum, við 297 atkvøðum, og tað eru yvir 50 atkvøður meiri enn seinast.

 

Listin hjá honum fekk tilsamans 449 atkvøður, og varð størsti flokkur og fekk tríggjar býráðslimir valdar.

 

Avleiðingin fyri Javnaðarflokkin var hinvegin, at hann misti ein býráðslim, og hann hevur sostatt eisini tríggjar býráðslimir á Tvøroyri.

 

Sjeyndi býráðslimurin er Anita Vibergsdóttir og hon kann verða avgerandi fyri, hvør verður borgarstjóri á Tvøroyri, og, hvør skipar samgongu.

 

Kristin Michelsen sigur, at seinastu valskeiðini hevur tað ikki so vanligt við samgongum og andstøðum í býráðnum, men hann vil einki siga um tann møguleikan enn.