Kristin er enn vælkomin í Javnaðarflokkinum

Kristin Michelsen hevur nú bæði fingið svar frá floksformanninum og frá formanninum í lokala Javnaðarfelagnum

 

- Eg eri nøgdur við svarini, eg havi fingið.

 

Tað staðfestir Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og borgarstjóri á Tvøroyri.

 

Kristin Michelsen er afturvaldur í Tvøroyrar Býráð - men ikki sum valevni fyri Javnaðarflokkin.

 

Ósemja tók seg upp um uppstillingina, tí Kristin Michelsen vildi hava øll hini á listanum at vátta, at tann, sum fekk flestar atkvøður, skuldi fáa møguleikan at verða borgarstjóri. Tað vildu hini valevnini ikki góðtaka, og tíansheldur fór Kristin Michelsen av javnaðarlistanum og stovnaði sín egna Kommunulista.

 

Og tað hepnaðist væl, tí hann varð valdur í Tvøroyrar Býráð saman við tveimum øðrum á lisstnaum. Og síðani hava tey gjørt avtalu við tað eina umboðið, sum varð valt á Borgaralistanum um at skipa samgongu, har hann verður borgarstjóri.

 

Sostatt fer Javnaðarflokkurin at sita í andstøðu í Tvøroyrar Býráð í næsta valskeiði.

 

Síðani hava fólk bíðað í spenningi eftir, hvussu javnaðarflokkurin fór at taka ta støðuna, at ein løgtingsmaður fyri flokkin, nú hevur sent flokkin í andstøðu á Tvøroyri, sum annars er háborgin hjá Javnaðarflokkinum.

 

Og tað hevur Kristin Michelsen helst eisini verið forvitin eftir at frætta, tí síðani hevur hann sent bæði Javnaðarflokkinum, og lokalfelagnum hjá sær, Javnaðarfelagnum í Suðuroyrar norðaru helvt, har hann vildi hava at vita um hann framvegis er ynsktur í flokkinum og um hann framvegis verður roknaður, sum partur í flokkinum.

 

Og svarið hevur hann fingið í dag.

 

Fyrr í dag fekk hann svar frá Aksel V. Johannesen, formanni í Javnaðarflokkinum, við váttan um, at hann framvegis verður mettur at vera javnaðarmaður, og er ynsktur í flokkinum.

 

Og í kvøld hevur hann eisini fingið svar frá Javnaðarfelagnum í Suðuroyar Norðari helvt.

 

Signar Dam, formaður, vil ikki siga, hvat stendur í svarinum. Men vit hava fingið at vita, at tað stendur í tí, at tey vænta, at av tí, at hann er valdur fyri Javnaðarflokkin, fer hann eisini at virka sum javnaðarmaður á løgtingi.

 

Sjálvur hevur Kristin Michelsen onga viðmerking enn, at hann er nøgdur við svarini hann hevur fingið, bæði frá floksformanninum og frá lokalfelagnum.