– Eg taki ikki undir við, at Gerhard Lognberg skal koyrast úr Javnaðarflokkinum, og eg havi eisini sagt formanninum, at hann heldur mátti roynt at fingið tingmanningina at gingið betur í takt.
Tað sigur Kristin Michelsen, javnaðartingmaður, ið – eins og Gerhard – atkvøddi blankt, tá meginparturin av andstøðuni herfyri royndi at fáa undirtøku fyri einum misáliti á Kaj Leo Johannesen, løgmann.
– Um tann atkvøðugreiðslan er avgerandi fyri, at Gerhard er koyrdur úr Javnaðarflokkinum, so haldi eg ikki, at eg skal viðfarast øðrvísi í flokkinum enn hann, sigur Kristin Michelsen, sum annars ikki umhugsar sína støðu í flokkinum.
– Heldur enn at leita aftur til 2008, átti Javnaðarflokkurin at hugt frameftir, sigur hann.
Hoyr samrøðu við Kristin Michelsen við at trýsta á pílin undir myndini.