Ókristiligur kristindómur

Ólavur Hátún

Ivaleyst mest umtalaða mál í okkara fjølmiðlum í ár man vera tað um tilverurættindi teirra samkyndu her á landi, og nú komið er fram til tað, at avgerð skal takast á tingi, loyvi eg mær hetta lítla íkast til orðaskiftið.
Eftir mínari sannføring byggir náðileysa mótstøðan móti at loyva hesum minniluta av okkara landsmonnum og –kvinnum eina lítla lógarorðing teimum til viðurkenningar og rættarverju á skammiligan dupultmoral.
Væl er tað so, at umstøður, har bara fólk av sama kyni eru saman, t.d. á kostskúlum ella eitt nú innan hertænastu, kunnu elva til bráfeingis samkynd; men vísindaliga er tað váttað, at umleið 5 % av allari mannaættini eru fødd við hesari tilelving. Hetta er eitt frávik frá norminum, men ikki nøkur sjúka, sum tú skalt royna at lekja t.d. við bønarhaldi.
At ástarlívið er meira enn nøring - eitt heiti sum okkara tingmenn í sínari tíð so býttisliga og tvísiðakent settu á lærugreinina seksualundirvísing -, tað vita øll tilkomin og somuleiðis, at tokki og kynsligt samband millum menniskju heldur sær væl út um barnsburðaraldur. Tí er tað burturvið, at frómir framherjar við gudiligari grundgeving og við Gamla Testamenti á lofti soleiðis leggja alla orku í fáa fyribyrgt, at hesum okkara medmenniskjum skal unnast viðurkenning til eina tilveru saman sambært teirri tráan og trongd til eymleika, sum eisini teimum eru íborin frá móðurlívi.
.