Kristiligt kradd

A. Guttormur Djurhuus

Nú tey kristnu kappast um at kradda sær heiðurin av at hava humaniserað vesturlendsku revsilógina, serliga aftan á trúbótina, vil eg minna á, at trúbótin í norðurlondum varð framd áleið í tíðarskeiðinum 1525 til 1550, og at síðsta heksabálið brann so seint sum í 1695.
Píning varð avtikin so seint sum í móti endanum á seytjanhundratalinum. Deyðarevsing, reint barbarí, varð ikki avtikin í Vestureuropa fyrr enn nýliga, og verður enn framd í fleiri kristnum londum.
Viðvíkjandi trælahandli skal viðmerkjast, at hann varð stuðlaður og vardur av bæði kristnum og muslimum, við hvør síni kanon í hond. Teir fremstu at taka frástøðu til hann og at fáa hann avtiknan vóru humanistar og millum teirra helst einstøk kristin.
Um vit rokna John Lock (1632 – 1704 ), sum var deistur, til upplýsingarheimspekingarnar, byrjaði upplýsingartíðin í móti endanum á sekstanhunratalinum, og trýsti hon á fyri at fáa humaniserað samfelagið. Upplýsingartíðin slóðaði veg fyri stóru fronsku kollveltingini í 1789, sum gjørdi at ein humanari resilóggáva spreiddi seg um allan vesturheimin.