Kristiliga útvarpsrásin til Klaksvíkar

Leygardagin verður sendarin hjá Lindini á Brúnaskarði tendraður, og so fara klaksvíkingar at hoyra kristiligu útvarpsrásina

 

Triðja útvarpsrásin fer nú at seta sendara upp á Brúnaskarði í Klaksvík, og frá leygardegnum hava klaksvíkingar tríggjar frekvensir at velja ímillum, tá teir tendra útvarpstólið.

Frammanundan sendir almenna Útvarpið og Rás 2 í Klaksvík, og nú bjóðar Lindin seg eisini fram við sínum andaliga útvarpi.

? Tað eru fleiri orsøkir, at vit nú seta sendara upp í Klaksvík. Fyri tað fyrsta snýr tað seg um at breiða boðaskapinum um Jesus Kristus, og tá Klaksvík er næststørsti býur í landinum, er natúrligt at seta ein sendara upp har, sigur Preben Hansen, sum er nevndarformaður í Lindini.


Senda úr Pegasus

Tað er júst eitt ár, síðani Lindin fór at senda, og hesin dagurin verður hildin við at vaksa um lurtaraskaran.

Ætlanin er, at ein kendur persónur sleppur at tendra sendaran á Brúnaskarði leygardagin, og ætlanin er eisini at senda beinleiðis av Brúnaskarði, tá hetta verður gjørt.

Í sambandi við nýggja sendaran, ætlar Lindin eisini at senda úr Klaksvík leygardagin, og rásin fer eisini at senda meginpartin av degnum av Hotel Hafnia í Havn.

Lindin ætlar í fyrstu syftu at brúka Studio Pegasus til sítt útvarpsarbeiði, og haðani verður eisini sent leygardagin. Framyvir skulu regluligar sendingar eisini sendast úr Klaksvík, og eisini her verður tað úr Pegasus.