Kristiliga Sangkórið byrjar venjingina aftur týsdagin 19. okt. kl. 19.30. Vant verður til eina jólaskrá. Kórið hevur síðan byrjan havt eina jólakonsert í Havnar kirkju beint fyri jól á hvørjum ári og soleiðis verður eisini í ár. Harafturat skal kórið syngja jólaløg við ymisk høvi í býnum fyri jól.
Nýggir kórlimir eru vælkomnir. Sungið verður í KFUM hvørt týskvøld kl. 19.30?21.30.