Teir boðaðu frá kappingini í bløðunum, og tað vísti seg rættiliga skjótt, at hetta hevði áhuga millum tey ungu. Tað gekk nevniliga ikki long tíð inntil kappingin var fullteknað.
Kappingin verður skipað sum aðrar kappingar við eini dreingjakapping og eini gentukapping, har trý tey fremstu liðini fáa heiðursmerki.
Umframt fótbóltskappingina verður eisini nógv annað á skránni. Har verða eisini borðtenniskapping og tað teir nevna Fussball-kapping, umframt andakt og áhugatímar.
Sagt verður, at tað kostar hvørki at koma inn í høllina at hyggja ella at fara til áhugatímarnar.