Kristilig tiltøk

...

Opið hús verður í Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum í kvøld klokkan 23. Til matna verður grýturættur, og aftaná verður skipað fyri sangi o.ø.

Leygarkvøldið skipar samkoman Berøa í Saltangará fyri útifundi á tivoliøkinum millum klokkan 18.30 og 20.00, og klokkan 22 verður opið hús í hølunum við Heiðaveg.

Sunnudagin klokkan 11 verður Guðstænasta í Glyvra kirkju. Um kvøldið verða evangeliskir fundir í Berøa og Missións- og Ungsómdshúsinum á Glyvrum.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.

Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?

Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.

-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.