KRISTILIG SUMMARSTEVNA Í KLAKSVÍK

Eins og undanfarin ár fer Kirkjuliga Missiónsfelagið aftur í ár at skipa fyri eini summarstevnu. Í ár verður Ósáskúlin í Klaksvík karmur um hetta tiltakið.

STEVNAN BYRJAR HÓSDAGIN 30. JUNI OG HELDUR FRAM TIL SUNNUDAGIN 3. JULI.
Í ár verða eini norsk hjún gestir á stevnuni. Talan er um Annu og Norvald Yri, sum áður hava verið trúboðarar í Tanzania. Har var hon m.a. við til at seta á stovn ein sjúkrasystraskúla.
Norvald arbeiðir í dag sum undirvísari á bíbliuskúlanum á Fjellhaug í Oslo, og kemur undir Føroyavitjanini at tala á møtum og at hava bíbliutímar.
Enn er tann endaliga skráin fyri summarstevnuna ikki tøk, men arbeitt verður við henni í løtuni.