Forhøllin sum framsýningarhøli
Ikki kann sigast annað enn, at tað gongur fyri seg í Listaskálanum. Umframt ta føstu framsýningina og framsýningina hjá Sigrun Gunnarsdóttir, bjóðar savnið eisini fram eina framsýning við fotomyndum hjá Inga Joensen. Framsýningar- og ikki minst bókaútgávufrekvensurin er kanska hægri enn nakrantíð í Listasavninum, sum hevur givið fýra bøkur út í ár. Tíanverri vinglar góðskustøðið, eisini í teirri føstu framsýningin, sum í løtuni vísir eitt lystiligt bland av amatørlist og yrkislist, har vánalig verk hava sníkt sær inn millum tey góðu. Men hugskotið at brúka forhøllina til framsýningina hjá Sigrun Gunnarsdóttir er ikki so galið, sum tað kundi ljóðað. Í okkara lutfalsliga lítla Tjóðarlistasavni mugu øll høli eyðvitað vera til taks hjá listini og forhøllin riggar hampiliga væl í løtuni, møguliga av tí, at myndirnar hjá Sigrun eru rættiliga uniformar og at tær harvið hanga væl saman sum ein eind.
Fjart frá hálvabstraktum landslagstulkingum
Hetta er sum so ikki nøkur stór framsýning, men hon gevur tó innlit í samlaða verkið hjá eini listakvinnu, sum í føroyskum høpi hevur sín heilt egna, sermerkta stíl, ið liggur fjart frá teimum vanligu hálvabstraktu, ekspressionistisku landslagstulkingunum. Hetta eru figurativar myndir við frásøguligum innihaldi, sum ofta savna seg um eina ella fáar figurlýsingar. Hesir eru settir á eina bakgrund, ið ofta er grá, uttan nakra serliga perspektiviska dýpd. Málihátturin er einfaldur og slættur, eins og lutfalsliga lítið verður gjørt burtur úr smálutum og ljós- og skuggaárini. Svarta umhvarvsstrikan kring figurarnar leggur somuleiðis dent á tað óveruliga, flata árinið í myndunum. Summar av myndunum havi eg sæð áður á eitt nú Vár- og Ólavsøkuframsýningum, ella í Ribarhúsi og onkrar eru góðar at síggja aftur, meðan aðrar ikki vinna í øðrum umfari. Hetta er t.d. galdandi fyri tær mongu myndirnar við fostrum og krossum, hvørs naivi, klossuti og dømandi symbolikkur býður hesum ummælaranum beinleiðis í móti.
Kristilig humanisma
Gleðiligt er tó at staðfesta, at listakvinnan í teimum nýggjaru myndirnar frá í fjør og í ár er farin frá hesum alt ov eintýðuga myndamálinum til nakað meira fleirtýtt og harvið áhugavert, sum restin av ummælinum fer at snúgva seg um. Eitt dømi er myndin “Stórasystir”, sum gevur hugasamband til glansbíløtuni, vit fingu í sunnudagsskúlanum, har ein vakur eingil ansar eftir, at børnini sleppa yvirum eina skirvisliga brúgv í øllum góðum. Á modernaðan hátt brúkar listakvinnan hetta hugasambandið til tess at gera áskoðaran varugan við, at veruleikin kanska er eitt sindur meira innviklaður enn í glansbíløtunum. Myndin lýsir ein smádrong og eina eitt sindur størri gentu, sum standa á eini brúgv. Hetta er eitt slag av óvanligum hetjumálaríi við sosialum ansi, har hetjuleikluturin verður tillutaður børnum, kvinnum og gomlum. Í hesum førinum er tað stórasystir, ið kann vera ein sjálvsmynd av listakvinnuni, sum sýnist bera álitið. Børnini eru monumentalt plaserað mitt í og frammaliga í myndarúminum. Aftan fyri tey hómast eitt net, ið hongur millum tvær einfaldaðar fjallasíður báðumegin. Børnini tykjast vera á veg til vinstru í myndini, har vit eisini ovast á fjallasíðuni hóma eini hvít hús, ið kundi verið heimið ella ætlaða málið hjá børnunum. Bygnaðurin í myndini er einfaldur og statiskur við teimum báðum børnunum, sum tilsamans mynda eitt óvikandi tryggt pyramiduskap, ið tó púra órógvast av eini manglandi fjøl í brúnni, ið sæst sum ein kolasvartur diagonalur. Á himmalhválvinum sæst eitt merkiligt millumting millum eina sól, ein eingil og eina blómu, sum er prýtt við trettan eygum. Hetta surrealistiska elementið er eyðsæð eitt myndaligt úttrykk fyri einum guddómligum mátti, sum tó tykist fjarur og eygleiðandi, eftir øllum at døma uttan nakra ætlan um uppílegging. Boðskapurin um eginábyrgd her í lívinum er um ikki kollveltandi, so er hann so mikið Kierkegaardskur og humanistiskur, at myndin gerst rørandi.
Søgan um eina móðir
Sum kunnugt livdi H.C.Andersen um somu tíð sum Kierkegaard og fleiri myndir Sigrun Gunnarsdóttirs taka støði í hansara ævintýrum. Eitt væleydnað dømi er myndin “Kuummiut”, sum lýsir eitt smádrong, sum liggur við afturlatnum eygum, eyðsýniliga lívleysur á eini kajakk. Uppi yvir honum hongur netið, sum vit eisini sóu í áðurnevndu mynd og longur uppi hongur ein sera passivur eingil í ringum í hýri. Undir dronginum síggjast fiskar í sjónum, tvey starandi eygu og eitt ur, ið bæði sipa til søguna hjá H.C. Andersen um eina móðir, ið vildi geva alt, eisini eyguni, fyri at barn hennara ikki skuldi doyggja. Kjarnin í søguni byggir á eina kristna tilverufatan, ið snýr seg um at góðtaka deyðan við trúgv og áliti á, at eisini hann gevur meining. Henda sama fatanin er grundarsteinur í at kalla øllum myndunum. Serstaka heitið sipar til eina bygd í Grønlandi, har listakvinnan og familja hennara búðu í 1998. Sum í mongum av hinum myndunum verður støði tikið í eini uppliving, sum listarliga verður hevjað upp um tað persónliga, tíð- og staðarbundna, við einum foreinklaðum, dekorativum myndamálið, ið sker burtur óneyðugar staklutir.
Bókin
Bókin um Sigrun Gunnarsdóttir inniheldur umframt tekstin hjá Evu Furseth uml. 80 myndir og minnir í sniði og skipan um snotiligu bøkurnar, sum Listasavnið hevur givið út fyrr í ár um ávikavíst Beintu av Reyni og Inga Joensen. Í øllum hesum bókum er teksturin lutfalsliga stuttur, tó at hann fyllir eitt sindur á trimum málum. Upprunateksturin er á norskum, haðani høvundurin, Eva Furseth er ættað, og hann er síðan týddur til føroyskt og enskt, sum eitt sindur ørkymlandi fylgjast á blaðsíðunum.
Niels Kruse
Sum heild er teksturin skilagóður og lættur at lesa. Furseth er sera loyal og vælmeinandi mótvegis sínum evni, sum hon allarhelst er komin at kenna væl gjøgnum meylasamband og sum hon eitt nú forsvarar í mun til tað átrúnaðarliga innihaldið í myndunum. Hesin trúskapur er vælskiljandi, men økir ikki um spenningin í tekstinum. Eva Furseth tekur annars støði í uppvøkstri málarans á Eiði og leggur í hesum sambandi serliga stóran dent á týdningin, sum abbi Sigrun Gunnarsdóttir; Niels Kruse, hevur havt fyri hennara val av yrkisleið. Sigrun hevur alla orsøk til at vera errin av abba sínum, sum hevur lagt framúrskarandi verk eftir seg, ið óivað hava havt sína ávirkan á ta ungu listakvinnuna. Men ikki er lætt at síggja Niels Kruse í teimum myndunum, sum Sigrun ger í dag. Tá kemur tú heldur í tankar um tær symbolistisku myndirnar hjá Mikines frá 30´unum. Hóast stórur munur eyðvitað er á huglagi og stíli, eru nýggju myndirnar á sama hátt sum hesar, monumentalar, einfaldaðar og mytiskar, eins og summar av teimum fyrihalda seg til deyða, sakn og tilveruligar treytir sum heild.
Meira naiv enn naivistisk
Hóast talan ikki er um beinleiðis naivismu, skerst ikki burtur, at bæði myndamál og symbolbrúk hjá Sigrun Gunnarsdóttir eru rættiliga naiv. Hetta snýr seg kanska ikki so nógv um útbúgving sum um sinnalagið hjá avvarðandi listafólki. Eva Furseth metir ikki, at myndir Sigrun Gunnarsdóttirs kunnu kallast naivistiskar, hon skrivar: “...Einfaldar tekningar eru gjørdar við myrkari útlinju móti stórum einlittum flatum. Hetta verður av mongum roknað sum naivistiskt, ein lýsing ið kann gerast trupul at brúka, tá ið hugsað verður um hennara hollu útbúgving og væl vandu evni at tekna. Myndaframburðurin lýsir meiri royndina at finna eitt einfalt og rámandi myndamál, ið stuðlar boðskapin í myndini...” (s.50). Samanberingin, sum Furseth ger millum nakrar av myndunum hjá Sigrun og ikonmálningar er áhugaverd. Í forvitnisligu myndini “Tann frumborni”, sum jú snýr seg um jólahøgtíðina, eru fleiri parallellir til miðaldarmálarí í modernaðum líki, t.d. er lítla reivabarnið við suttuni koppað upp frá myndapunktinum á sama hátt sum tað varð gjørt í ikonum. Á henda hátt verður tað narrativa tikið framum realismuna til tess at leggja dent á tað frásøguliga innihaldið í myndini.
Bókin kostar 250 krónur og fæst til keyps í Listasavni Føroya og í bókabúðum kring landið. Framsýningin í Listasavni Føroya letur aftur 1.januar í 2008.









