Størsta føroyska kristiliga bókaútsølan, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, verður í Miðlon frá mánadegnum 4. desember til fríggjadagin 9. desember.
Talan er um umleið 250 ymiskar bøkur og umleið 50 ymiskar fløgur og bond, sum alt samalt er føroyskt tilfar. Vit hava tilfar, sum er komið út heilt aftur til 1951 og fram til í ár. Tilfarið er givið út av nógvum ymiskum forløgum og plátufeløgum. Her kunnu nevnast Leirkeri, Røddir, Filadelfiaforlagið, Heimamissiónsforlagið, Tutl og 3'arin. Millum rithøvundaranar eru m.a. Victor Danielsen, Jenis av Rana og Jóhs. Andr. Næs. Av sangarum kunnu nevnast Magni Christiansen, Eyðun Jacobsen, Bill Justinussen og Alex Bærentsen.
?Tilfarið, sum fæst til keyps, er sera fjøllbroytt og spennandi. Nógv av tí er nýtt, men vit hava eisini útsøluvøru. Her kann nevnast, at 100 ymiskar bøkur kosta minni enn 50 kr.??Leygardagin 9. desember verður konsert við millum onnur Magna Christiansen á torginum í Miðlon. Eftir hetta kemur hann eisini at signera nýggju fløguna. ?
Tað er Asia-toymið hjá Heimamissiónini, sum skipar fyri bókasøluni. Í toyminum verða umleið 12 fólk, sum fara avstað fyrst í juli komandi ár.
?Heimamissiónin skipar aftur í næsta ár fyri ymiskum toymisferðum, har ein av hesum túrum er tann til Asia. Ætlanin við hesum túri er at bera bíbliur til Vietnam og Laos. Umframt hetta eru eisini ætlanir um at gera kristiligt arbeiði í Kambodja og Thailand. Hetta arbeiðið umfatar at hjálpa á barnaheimum, bera traktatir út, møguliga skipa fyri eini legu og tílíkt.