Kristiansand tapti greitt fyri oddaliðnum

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand vóru fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu í kvøld torføra uppgávu í bestu norsku hondbóltsdeildini móti oddaliðnum, Drammen.

 

Drammen vann greiðan 34-24 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-11.

 

Talan er um fyrsta ósigurin hjá Kristiansand hetta kappingarárið. Kristiansand hevur fýra stig aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar.

 

Tróndur var ikki millum málskjúttarnar hjá Kristiansand í kvøld, men hann legði upp til tvey mál, og hann vann liðnum eitt brotskast.

 

Komandi mikudag klokkan 17.30 tekur Kristiansand móti Elverum á heimavølli.