Tórshavnar kommuna skrivar, at øll kunnu luttaka við at sløkkja ljósið heima hjá sær sjálvum og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.
Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, setur Earth Hour 2025 í Hoydølum kl 20.30. Eisini fara vit ein gongutúr, har Jensia Brodersen og Róa Midjord frá Náttúruterapi greiða frá, hvussu vit kunnu nýta náttúruna sum sálar- og heilsubót. Luttakararnir sleppa at taka lut og uppliva virknaðin av náttúruterapiini.
Aftaná bjóða skótarnir bollar og kakao. Vit savnast kring bálstaðin og taka samanum. Ljósini tendrast aftur og farið verður hvør til sítt. Havið egnan kopp við!
Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til á visittorshavn.fo/fo/earthhour – avmarkað atgongd.