Kristianna var ikki offur fyri eini samansvørjing

- Tað var ongin ætlan um at forða Kristionnu Winther Poulsen at taka orðið í Løgtinginum í málinum um samkynd parlag

Illgitingarnar um, at Kristianna Winther Poulsen var offur fyri eini samansvørjing í málinum um samkynd hjúnalag, eru heilt burturvið.

Tað sigur Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

 

Kristianna Winther Poulsen hevur verið varalimur á tingi síðani fyrst í mars, tí Kári P. Højgaard var burturstaddur.

 

Men Kári P. Højgaard skuldi møta aftur á tingi í gjár hósdagin og tí var mikudagurin seinastu tingdagur hjá Kristionnu Winther Poulsen.

Og tað var nettupp í gjár, hósdagin, at Løgtingið viðgjørdi umstrídda málið um samkynd hjúnalag.

Men Kári P. Højgaaard møtti ikki á tingi. Og Kristianna Winther Poulsen var farin úr tinginum og sostatt stóð sessurin hjá Sjálvstýrisflokkinum tómur.

 

Tað er einki dulsmál, at Kári P. Højgaard og Kristianna Winther Poulsen hava heilt hvør sína áskoðan á samkynt hjúnalag. Kári P. Højgaard er hart ímóti og Kristianna Winther Poulsen hevði atkvøtt fyri.

 

Tað hevur fingið sett ferð á gitingar um eina samansvørjing, har Kári P. Højgaard miðvíst hevur forðað Kristionnu Winther Poulsen at umboða Sjálvstýrisflokkin í hesum máli.

 

Men tað er heilt burturvið, sigur Kári P. Højgaard.

- Konan og eg hava 40 ára brúdleypsdag og samstundis skuldi ein abbasonur og ommusonur okkara berast til dópin í London.

- Og tað var longu í Januar, at vit gjørdu av at halda frí hesar dagarnar og fara at ferðast.

 

Kári P. Højgaard sigur, at tá ið hann bílegði ferðaseðilin og bað um farloyvi í tinginum til og við mikudagin 12. mars,  hevði hann onga hóming av, at uppskotið um samkynd hjúnalag skuldi koma til viðgerar dagin eftir, hósdagin tann 13. mars.

 

Les eisini: Kristiana slapp ikki á ting

 

Hann sigur, at hann lendi í Vágum beint eftir miðdag í gjár og hevði ætlað sær beint í tingið.

- Men tá ið vit lendu, fekk eg at vita, at tingfundurin var mestsum liðugur. Og at fara til Havnar at møta á Løgtingi, bara fyri at vera skrásettur fyri at hava møtt, vildi eg ikki.

 

Hann leggur dent á, at tað var sostatt av berari tilvild, at tingsessurin hjá Sjálvstýrisflokkinum stóð tómur, tá ið uppskotið um samkynd hjúnalag var til viðgerar.

 

Men tá ið tú sá, at tú varð ov seinur á ting, hví kundi Kristianna Winther Poulsen ikki umboða flokkin á tingi í ein dag afturat?

 

- Eg hevði langt síðani gjørt av, at eg skuldi hava farloyvi til  og við 12. mars. Eg hevði ongar ætlanir um at broyta tað, tí eg hevði ætla mær á ting í gjár og eg legði ikki tann stóra týdningin í um er varð ov seinur til hendan eina tingfundin.

 

- Men at akkurát hetta uppskotið um samkynd hjúnalag skuldi koma til viðgerar tá –og at eg ikki skuldi lukkast til Havnar á ting áðrenn viðgerin var liðug, var av berari tilvild, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Annars var eg eisini fullgreiður yvir, at atkvøðan hjá Sjálvstýrisflokkinum hevði ongan týdning yvirhøvur og samstundis er tað væl kunnugt fyri almenninginum, hvørja støðu, Kristianna Winther Poulsen hevur og tað er eisini væl kunnugt, hvørja støðu eg havi.

- So eg dugi ikki at síggja tað stóra í hesum, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Annars er tað ikki eg, sum leggi skránna fyri tingfundin og tað havi eg onga ávirkan á, leggur hann afturat.