Kristianna stillar upp fyri Javnaðarflokkin

Eg føli, at eg eri tann sama, men at Sjálvstýrisflokkurin er broyttur, sigur Kristianna Winther Poulsen.

– Eg eri rættilga ónøgd við førda politikkin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Øll valevnini hjá flokkinum á seinasta vali hava boðað mær frá, at tey venda flokkinum baki og vilja ikki stilla uppaftur, og eg havi møtt nógvum veljarum, sum siga, at tey angra, at tey atkvøddu fyri mær seinast og gera greitt, at tað gera tey ikki aftur.

 

Soleiðis endurgav in.fo Kristiannu Winther Poulsen at siga á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í vetur.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni, sum Kristianna Winther Poulsen hevði við Mortan Østerø í tíðindunum á Rás 2 fyrr í dag.

 

Og nú hevur Kristianna Winther Poulsen tikið avleiðingarnar. Hon hevur meldað seg úr Sjálvstýrisflokkinum og hevur biðið um limaskap í Javnaðarflokkinum.

– Eg føli, at eg eri tann sama, men at Sjálvstýrisflokkurin ikki er tann sami. Eg er grundleggjandi ósamd við politisku linjuni hjá flokkinum, sum er linjan hjá formanninum, Kára P. Højgaard, sigur Kristianna Winther Poulsen.

 

Henni dámar væl at fáast við politikk, og hon hevur rættiliga fingið blóð upp á tonna hetta tíðarskeiðið, hon hevur verið virkin síðani síðsta val.

– Eg ætli mær ikki at gevast í politikki, og vil fegin halda fram. Men eg fái ikki hildið fram í Sjálvstýrisflokkinum, tí eg eri ikki samd við linjuna hjá Kára P. Højgaard, sigur Kristianna Winther Poulsen.

 

Hon hevur tí biðið um limaskap í Javnaðarflokkinum, og verða boð eftir henni, so stillar hon upp har.

– Eg havi havt sera gott samstarv við Aksel V. Johannesen og øll hini í Javnaðarflokkinum, ta tíðina eg havi verið á tingi. Mær dámar væl hugsjónina hjá Javnaðarflokkinum, og eg føli, at hetta er flokkurin, sum best umboðar tað, sum eg standi fyri, sigur Kristianna Winther Poulsen.

 

Les meiri um málið í Sosialinum frá mánadegnum.