Á tingfundinum í dag stóð stólurin hjá Sjálvstýrisflokkinum tómur. Seinastu dagarnar hevur Kristianna Winther Poulsen umboðað flokkin á tingi, meðan Kári P. Højgaard hevur verið burturstaddur í privatum ørindum.
Tað lá heldur ikki fyri hjá Jógvani Skorheim í Klaksvík, sum er næsti maður á listanum, at møta á tingi. Tí vóru boð eftir Kristiannu Winther Poulsen at møta týsdagin í síðstu viku.
Men hon slapp ikki at sita á tingi longur enn til í gjár, hóast Kári P. Højgaard enn ikki er komin aftur í tingið.
Tað er alment kent, at Kristianna Winther Poulsen ikki er samd við Kára P. Højgaard og Jógvani Skorheim í málum um, hvørt samkynd skulu sleppa at giftast, sum var á skránni í dag.
– Jú, eg hevði sjálvandi atkvøtt fyri. Hesum havi eg eisini alment boðað frá, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Hon sigur, at hon hevði vónað at sloppið at viðgjørt málið, nú tað skuldi til aðru viðgerð í løgtinginum.
– Tá eg so sá, at tað var sett á skránna fyri tingfundin í dag – og at eg hevði seinasta dag í gjár, spurdi eg fyrst í vikuni løgtingsformannin, um hann ikki kundi flyta málið á skránni, so eg kundi vera við til viðgerðina. Men tað varð ikki gjørt, staðfestir Kristianna Winther Poulsen.
Hon veit ikki, um tað er tilvitað, at hon verður biðin um at fara úr tinginum, hóast Kári P. Højgaard ikki er møttur enn. Hon sigur, at hennara skeið hesaferð varð ásett at enda í gjár. Onguntíð eru varafólk á tingi, til tingfólkið í farloyvi boðar frá, at tað tekur sæti aftur. Men hesaferð hevur Kári P. Højgaard lagt tað soleiðis til rættis, at Kristianna Winther Poulsen ikki skuldi møta á tingfundi í dag.








