Kristianna Elisabeth Simonsen

9. Mai 1936 – 16. September 2014

Eg minnist ommu sum eina glaða, blíða, kerliga, men eisini eina bestemta ommu. Hon var altíð so glað, tá ið mann kom at vitja seg og abba, og hon var skjót at gera okkurt lekkurt at eta. Eg minnist serliga væl, tá ið eg og sysktinabarnið, Jovina, sótu í garðinum hjá ommu og abba ein summardag. Omma kom út við breyð til okkum og fór so inn aftur. Eina løtu seinni opnar hon vindeygað og spyr um vit vóru tystar. Vit søgdu ja, og so loraði hon tvær saftfløskur niður til okkum. Hon elskaði at forkela ommubørnini. Hon plagdi at fortelja mær um tá ið hon var ung í Leirvík. Henni dámdi so væl at fortelja um hendingar frá 2. Heimsbardaga, tá ið tey onkuntíð mátti rýma niðan í fjøllini, tá ið minur komu inn móti Leirvík. Hon dugdi so væl at fortelja, og eg var altíð bergtikin, tá ið hon fortaldi um sínar barndómsdagar.

Tað sum vit, ommubørnini, nokk øll fara at minnast við ommu er sangir sum “Kettan liggur í durðunum deyð”. Tað lærdi hon okkum øll, og tá ið hon byrjaði at siga rímið, komu øll hini “uppí”, og so sótu øll og ramsaðu tað til endan.

Alt tað eg kann minnast, hava vit hildið jól saman við ommu og abba. Áðrenn omma bleiv orduliga dement, endaði jólaaftan altið við at abbi spurdi ommu, nær ið hon ætlaði sær til hús, og hennara svar var altíð tað sama: “Ja, eg bíði bara eftir tær” og síðani ynsktu tey okkum góðanátt og fóru til hús.

Omma tók altíð børn, svigerbørn og ommubørn fyrst, og var altíð klár, um tað var tað minsta, hon kundi hjálpa við. Mann bleiv altíð móttikin við einum stórum smíli og eitt stórt klemm, tá ið man kom inn til ommu og abba, og eg elskaði at vitja tey. Alt hetta fari eg at minnast afturá við einum smíli, nú omma ikki er í millum okkum longur.

Elisabeth