Hepni vinnarin av Gekkinum í gjár gjørdist Kristian Joensen í Klaksvík. Hann slapp ígjøgnum at snara, og hann setti tær 130.000 krónurnar í bláa leypin, sum hann umtalaði sum KÍ leypin.
Hann hevði eisini møguleika at vinna ein bil, og her kundi hann sjálvur velja teigin, har bilurin skuldi setast á. Aftaná fyrsta snar kom hann á 10.000, sum hann kundi falda við trý. Hann valdi at fara víðari, og aðru ferð gjørdist hann akkurát ov stuttur bæði til bilin og Gekkin. Triðju ferð eydnaðist tað, og Gekkurin fór við tí til Klaksvíkar.
- Hetta var ordiliga stuttligt - eg eri glaður fyri, at eg ikki fór í vatnkríggj! segði Kristian Joensen og sipaði til stóra vatnkríggið, sum hvørt ár er á Sjómannadegnum, tí annars hevði hann ikki spælt Gekk.