2. deild
VB hevur uppá fimm dagar tapt tveir dystir við eini málúrtøku uppá 0-15. Og dysturin leygardagin vísti, at uppflytarin úr Vági, fer at fáa tað sera trupult í ár.
LÍF vann greiðan sigur, og um nakað so skuldi sigurin verið enn størri. Unga VB-liðið, megnaði als ikki at fylgja við royndu lorvíkingum, sum settu seg á dystin beinanvegin.
Verjan hjá VB virkaði ótrygg, og samanspælið millum miðju og álop var ikki nóg gott.
Tað vóru bert farnir 5 minuttir tá fyrsta málið kom. Kristian í Vági, sum veruliga gjørdi bart henda dystin, royndi seg við einum skotið langt úti frá. Málmaðurin hjá VB megnaði ikki at halda bóltinum, og má hann taka hetta málið á seg.
Lorvíkingar hildu fram við at trýsta, men fingu ikki næsta málið fyrr enn 25 minuttir vóru farnir. Hesuferð varð tað Bárður Heinason sum slapp at skjóta inni í 5-metrinum, eftir at vágbingar ikki fingu sparka bóltin vekk.
Restina av fyrra hálvleiki gekk meira javnt á, tí lorvíkingar tóku sær av lættum, og lótu VB fáa meiri pláss at spæla. Lorvíkingar høvdu tó fult tamarhald á dystinum, tí VB ikki megnaði at koma fram til ein einasta veruligan málmøguleika.
VB gav uppat
Seinni hálvleikur var ikki meir enn nakrar fáar minuttir gamal, so bleiv 3-0. Vágbingar missa bóltin á miðjuni, og bólturin verður sendur fram móti Kristian í Vági. VB-verjan tykist at hava tamarhald á, men ein misskiljing millum verjuna og málmannin hjá VB, endar við at Kristian í Vági lættliga kann skora.
Nú var dysturin avgjørdur, og vágbingar kastaðu frá sær. Lorvíkingar hildu tó fram við at herja á VB-málið, og miðskeiðis í seinna hálvleiki bleiv tað 4-0, við máli sum Omar Pállson skeyt.
Og so gekk tað skjótt fyri seg. Lorvíkingar fingu trý mál aftrat og allar tríggjar ferðir var tað Kristian í Vági sum var á blettinum.
Sostatt vunnu lorvíkingar stórsigur, og eru við aftur í kappingini um oddasessirnar. VB hinvegin er á niðasta plássi, og skal nokk miða eftir at bjarga nøkrum stigum á heimavølli.
Úrslitið leygardagin segði meir um avrikið hjá VB enn hjá LÍF.
Dysturin í tølum:
LÍF-VB 7-0(2-0)
1-0: Kristian í Vági
2-0: Bárður Heinason
3-0: Kristian í Vági
4-0: Omar Pállson
5-0: Kristian í Vági
6-0: Kristian í Vági
7-0: Kristian í Vági