Kristian Sune Høgnesen aftur billardmeistari

Fyri fjórðu ferð vann Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag FM heitið í billard. Ì finaluni vann hann greitt á Jógvan Jørgensen úr Havnar Klubba. Nr. 3 gjørdist Sonhard Johannessen eisini úr Klaksvíkar Billardfelag.

 

Gullvinnarin var eisini nógv bestur tá tað snýr seg um samlaðu eyguni. Hann hevði 36,58 eygu í meðal og líkist hetta einum Føroyameti. Hann hevði eisini besta einstaka spælið uppá 1196 og besta umfarið uppá 250 eygu.

 

Jógvan Jørgensen, sum heldur óvæntað fekk silvur hevði 18,72 eygu í meðal, meðan Sonhard Johannessen hevði 23,18 eygu í meðal.

 

Sponsorur fyri kappingina var Føroya Bjór.