Fyrispurningar
Kristian Magnussen, løgtingsmaður, hevur spurt Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, um viðurskifti hjá Húsalánsgrunninum, um vanlukkutrygingarlóg og um høvuðsstevnumiðini í løgtingslógaruppskoti hansara um eftirlønarskipan.
Kristian Magnussen vil hava landsstýrismannin at svara uppá, hvussu nógv ognin, sum Húsalánsgrunnurin hevur keypt til bústovn undir Pisuvarða í Havn, hevur kostað grunninum higartil, og hvussu nógv kostnaðurin verður mettur til, áðrenn bygningurin kann brúkast til endamálið, hann er keyptur til.
Eisini vil Kristian Magnussen vita, hvussu nógv búfólk fara at búgva í húsinum, og nær tey sleppa at flyta inn.
Men Kristian Magnussen hevur meria at spyrja um viðvíkjandi Húsalánsgruninum. Hann vil eisini hava at vita, hvør lógargrein heimilar Húsalánsgrunninum yvirhøvur at keypa fastar ognir, soleiðis sum gjørt verður.
Eisini spyr Kristian Magnussen landsstýrismannin við almanna- og heilsumálum, hvussu tað gongur við arbeiðinum at gera nýggja vanlukkutryggingarlóg.
Tað hevur skund, vísir hann á, tí bæði endurgjaldsábyrgdarlógin og lógin um sjúklingaendurgjald bíða eftir hesari lógini, vísir Kristian Magnusen á.
Og Sámal Petur í Grund fekk eisini tann triðja munnliga fyrispurnigin frá Kristiani Magnussen í gjár. Hann var um ta nógv umrøddu pensiónslógina.
Kristian Magnussen spurdi, hvørji høvuðsstevnumiðini í hesi lógini verða, og nær landsstýrismaðurin ætlar at leggja eitt slíkt lógaruppskot fyri tingið.