Kristian spælir helst í Føroyum

Góð útlit eru fyri, at føroyski málverjin, Kristian Joensen, nú aftur verður at síggja í føroyskum fótbólti

Ungi og evnaríki føroyski málverjin, Kristian Joensen, sum í fjør spældi í danska felagnum Lyngby BK, verður helst at síggja aftur í føroyskum fótbólti hetta kappingarárið.

 

Málverjin hevur síðani ársskifti leita eftir nýggjum felagið, har útlandið alla tíðina hevur verið fyrsta raðfesting.

 

Men Kristian Joensen sigur í dag við in.fo, at tann raðfestingin nú er broytt.

 

-       Av tí at einki áhugavert tilboð er komið úr útlandinum, er tað ein góður møguleiki fyri at eg fari at spæla í Føroyum.  

 

Í løtuni dugir Kristian Joensen ikki at siga, hvar í Føroyum hann fer at spæla, men viðgongur at áhugi er frá føroyskum feløgum.

 

Hvar Kristian Joensen fer at spæla, verður helst greitt í nærmastu framtíð, tí mánakvøldið á midnátt letur føroyska flytingarvindeygað aftur.

 

22 ára gamli Kristian Joensen hevur áður umboðað NSÍ, 07 Vestur og B68 í føroyskum fótbólti.