Kristian: Sera týðandi at vinna annað settið

(Rás2) Hoyr venjararnar hjá Fleyr og KÍF taka samanum 3-0 sigurin hjá Fleyr-kvinnum norður í Kollafirði

Fyrr í dag leiktu kvinnuliðini hjá KÍF og Fleyr dyst í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti norðuri í Kollafirði.

 

Fleyr vann dystin 3-0 við settmuninum 25-18, 25-23, 25-16.

 

Tað stóð á Fleyr-venjaranum, Kristiani Mikkelsen í øðrum setti, tá KÍF var frammanfyri og lá til at fara við settinum, men Fleyr-kvinnur vunnu seg framum og fóru avstað við settinum. Kristian Mikkelsen segði við Hilmar Jan Hansen á Rás2 aftaná dystin, at tá annað settið var vunnið var hann rættiliga vísur í, at tað fór at bera til ein sigur hjá Fleyr-kvinnum.

 

Ragnar í Haraldsstovu, venjari hjá KÍF iðrar seg um annað sett. Hann staðfestir, at tað er ein afturvendandi trupuleiki, at KÍF missir sett á stokkinum, og tað er nakað sum arbeiðast má við í Kollafirði.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kristian Mikkelsen og Ragnar í Haraldsstovu aftaná dystin í Kollafirði.