Fyri sløkum trimum vikum síðani, komu ákærur frá Per Rosing-Petersen, grønlendskur tinglimur fyri Partii Naleraqs, móti fyrrverandi Føroya Tele stjóranum. Íeinum fyrispurningi til grønlendska landsstýrið hevur Per Rosing-Petersen ákært Kristian Reinert Davidsen, stjóra í Tele-Post, fyri at vera atvoldin til eitt stórt undirskot í eini føroyskari fyritøku. Hann nevnir tó einki um, hvørja fyritøku talan er um, ei heldur nær hendingin er farin fram.
Kristian Reinert Davidsen fór tá í fjølmiðlarnar, og kravdi, at Per Rosing-Petersen antin at taka sínar ákærur aftur ella at veita prógv fyri teimum. Seinni kom sakførari við upp í málið, og nú hevur tað fingið avleiðingar fyri grønlendska tingmannin.
Partii Naleraqs hevur tikið avgerð um at varpa Per Rosing-Petersen úr flokkinum, og fyrrapartin í dag, kom flokkurin við almennari umbering á tíðindasíðuni Sermitsiaq.
- Tað er ikki endamálið hjá Partii Naleraqs, at jagstra einstaklingar á henda hátt, sigur Hans Enoksen, floksformaður, millum annað í umberingini.
Hóast Per Rosing-Petersen er varpaður úr flokki sínum, leggur hann ikki sítt mandat, men heldur fram sum leysgangari í grønlendska tjóðartinginum, Inatsisartut.
Við tíðindasíðuna, sigur Kristian Reinert Davidsen, at hann tekur ímóti umberingini.
- Eg fekk umberingina frá Hans Enoksen í gjár. Eg eri fegin um, at flokkurin tekur frástøðu frá ákærunum. Fyri mítt viðkomandi er hetta málið nú avgreitt, og eg fari ikki at gera fleiri viðmerkingar, sigur føroyski stjórin í Tele-Post.










