Kristian rappar seg á ting

Nógvar eru snildirnar at vinna fólksins tokka nú í valstríðnum. Meðan Sambandsflokkurin roynir at SMS?a seg á ting, so hava Javnaðarflokkurin og Kristian Magnussen roynt seg við øðrum snildum: At rappa seg á ting

Í gjár gav Javnaðarflokkurin út fløgu ? fyribils í 50 eintøkum, har Kristian Magnussen roynir seg sum rappara. Hann hevur sjálvur gjørt sangin, ið hann rappar. Umframt Kristian Magnussen, so hoyrist eisini floksformaðurin, Jóannes Eidesgaard, og sum kórgentur hjá Kristiani upptraðka Katrin Dahl Jacobsen, løgtingskvinna og Jancy Olsen, valevni í Eysturoy.
? Tað er skjótt at kopiera fløgur, og ætlanin er at býta fløguna út til tiltøk hjá Javnaðarflokkinum, men tey, sum ikki fáa eitt eintak kunnu heinta lagið á www.javnadarflokkurin.fo/vend.wma, sigur Kristian Magnussen.
Valstríðini eru broytt seinastu árini. Skrivaða tilfarið í bløðnum er nógv økt ? eins og persónligu heimasíðurnar hjá valevnum. Í Havnar gøtum eru nógvar valplakatir at síggja ? og har sæst eisini, at tað í nógv størri mun eru einstakir persónar, ið royna at markera seg, heldur enn flokkar, ið var meira vanligt fyrr.
Um tað so hjálpir at senda SMS ella rappa seg á ting, ja tað fáa vit at síggja týskvøldið?