Kristian og Símun Rógvi hildu tætt

Eftir málleysan javnleik millum B71 og 07 Vestur kann B68 í kvøld at taka seg nærri toppinum

Fyrsti dysturin í 18. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var í gjárkvøldið, tá ið B71 átti heimavøll ímóti 07 Vestur. Úrslitið var málleysur javnleikur.

Í málinum hjá B71 stóð Símun Rógvi Hansen, og í málinum hjá 07 Vestur stóð Kristian Joensen. Teir hava áður verið stinnir í bestu deildini, og í gjárkvøldið vóru teir báðir oman á í kappingini við mótstøðumenninar.

Hinir fýra dystirnir verða spældir í kvøld. B68 skal spæla á Argjum. Um tað eydnast toftamonnum at vinna fulla úrtøku, so verður fjarstøðan til uppflytingarpláss tvey stig.

Skála, sum er topplið, skal í kvøld spæla á útivølli ímóti MB, sum framvegis bíðar eftir fyrsta sigrinum.

Í kvøld

MB-Skála: Vinjard Dam kl. 18.30

AB-B68: Johan Petur Michelsen kl. 18.00

NSÍ-B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl.

KÍ-Víkingur: Alex Troleis kl. 18.30

 

Støðan

Skála 42

07 Vestur 38

B68 33

KÍ 30

AB 28

B71 27

NSÍ 16

Víkingur 13

B36 12

MB 2

07 Vestur hevur spælt 19 dystir, B71 hevur spælt 18 dystir, Víkingur hevur spælt 16 dystir, og hini liðini hava spælt 17 dystir.

 

mynd: b71