Kristian og Holst eisini út

Bæði Kristian Joensen og Christian L. Holst eru úti av donsku steypakappingini

Kristian Joensen og Lyngby taptu á heimavølli fyri 2-0 Randers, sum spælir í bestu deildini. Kristian Joensen, sum eisini spældi seinast í landskappingini, stóð allan dystin í mál. Sum skilst, so spældi føroyski málverjin ein góðan dyst.

 

Les eisini: Sonni smudur av

 

Christian L. Holst og Fremad Amager høvdu eina torføra uppgávu móti Brøndby IF á heimavølli. Uppgávan bleiv eisini ov torfør fyri føroyska landsliðsspælaran, tí Brøndby vann 3-1.

 

Holst hevði onkrar góðar aktiónir og legði upp til 3-1 málið. Móti endanum av dysitnum var um reppið, at Fremad Amager kom aftur í aftur, men Brøndby slapp við skrekkinum.

 

Fyrr í kvøld taptu AC Horsens og Sonni Ragnar Nattestad heili 7-0 fyri Esbjerg. Í annaðkvøld er møguleiki fyri fleiri føroyskum spælarum í triðja umfari í donsku steypakappingini. Brandur H. Olsen er í hópinum hjá FCK, sum skal spæla móti FC Roskilde. Keldir hjá Sosialinum siga, at okkurt bendir á, at skálvíkingur fær sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í morgin.

 

Eisini møtast AaB og Vejle, sum hava avikavist Gilla Sørensen og Viljorm Davidsen í hópinum. Viljormur Davidsen er fastur maður hjá Vejle, meðan Gilli hevur havt trupult við at koma á liðið. Hetta er so ein møguleiki hjá honum at fáa nakrar minuttir á besta liðnum.