Kristian Mikkelsen fernisering í Lítluvík

Um vikuskiftið bjóðar klaksvíkingurin Kristian Mikkelsen til fernisering í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

Hetta er fyrsta framsýningin hjá Kristiani Mikkelsen. Talan er um 35-40 málningar við ymsum motivum, tó er tað føroyska náttúran, sum gongur aftur í flestu málningunum.

Kristian er útbúgvin á listaháskúlanum Thorsted Lund í Frederikssund. Hann starvast annars dagliga sum skipsførari, men hevur umframt hetta fingist við list seinastu 15 árini.

Framsýningin verður frá fríggjadegnum til mánadagin, og allar dagar er opið frá kl. 15 til 19. 

Í januar verða málningarnir at síggja í Dugna á Hjalla.

Trýst á myndina fyri at síggja málningin allan sum hann er.