Í morgun greiddi skiparin og reiðarin Kristian Martin Rasmussen frá um sjólívið, sum honum er fortalt frá pápa og abba sínum, fyri fullum sali á Torra Café í Betesda í Klaksvík.
Hesa vikuna er Klaksvíkin karmur um mentanarvikuna Torradagar, og tiltakið Torra Café í Betesda í morgun er ein partur av skránni. Kristian Martin hevði avgjørt at denturin av framløguni ikki skuldi leggjast á sjólív hansara í dag, men heldur á útrórðar- og fiskimannaheim hansara á Selheyggi í Klaksvík hjá Palla og Lenu – og eisini hjá ommuni og abbanum, Marionnu og Christian í Grótinum.
Hann byrjaði framløguna við at siga frá um abba sín av Skipanesi, Christian í Grótinum og ommu sína Marionnu úr Horni í Klaksvík, sum í 1905 settu búgv í Klaksvík. Hann segði frá ymisum hendingum og søgum gjøgnum árini, og um hvussu hesi ættarliðini hava myndað fiskivinnuna og býarsøguna í Klaksvík.
Kristian Martin segði millum annað frá um fyrsta útróðrartúrin hann slapp við abba sínum, sum róði út um summrarnar við maskinbátinum Bláaberg. Hann greiddi skemtiliga frá, at hann lítið minnist frá túrinum, tí hann var so ringur av sjóverki, og at abbin tá skar honum eina tjúkka breyðflís við margarini á, sum ikki gjørdi støðuna betri.
-Her byrjaði karieran hjá mær sum sjómaður, segði Kristian Martin skemtiliga.
Ein onnur søgu úr rúgvuni, sum var løgd fram var hon um línuskipið Kvikk, sum undir krígginum við fullari last ikki fekk silgt heim aftur til Klaksvíkar úr Munkagrunninum vegna veður. Tá heldur Palli, pápi Kristian Martin, fyri at teir sigla bara til Onglands ístaðin. Poul Juul í Grótinum, sum hevði verið í Amerika og dugdi væl enskt, sigur tá við Palla at tá onglendingarnir koma umborð skal hann lata seg tosa og síðani byrja at leita. Hann skuldi onki siga, men leita undir madrassuni og alla aðrastaði umborð meðan Poul Juul tosaði við onglendingarnar. Gleðin var stór heima í Klaksvík, tá tey fingu telegramm um at Kvikk fekk ein góðan túr, og hevði landað í Onglandi.
Stórur áhugi er í fiskiskapi og vinnu í Klaksvík, sum kend er sum fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya. Dávur Winther, fyriskipari av Torradøgum, segði frá fólki í Betesda, at omanfyri 400 fólk vóru til framløguna, har eisini var boðið til eitt vældekkað kaffiborð aftaná.
Til Torrakaféina í Betesda sang og spældi navnframi bólkurin, Vitin, sum setti rættiligan hugnaligan dám á løtuna