Kristian Martin ovfarin

- Tað hevur ikki verið vanligt, at makrelur í størri nøgdum er í føroyskum sjógvi so seint um heystið, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari og skipari.

Makrelur hevur verið stórt umrøðuevni í Føroyum seinnu árini og ikki minst stríðið um, hvør skal hava ágóðan av makrelinum hevur fylt nógv. Í gomlu avtaluni millum strandalondini í makrelhøpi áttu Føroyar sløk fimm prosent av heildarkvotuni, men eftir drúgvar samráðingar og togan aftur og fram – og enntá stongsul og boykott í ES - eydnaðist tað umsíðir føroyskum myndugleikum at samráða seg fram til stívliga 12 prosent av heildarkvotuni.

 

Tað er onkur, sum hevur sagt, at alt hevur verið á gosi um makrel, síðan Føroyar fingu alt hetta tilfeingi at ráða yvir. Ein høvuðsorsøkin til, at tað fyri fáum árum síðan eydnaðist Føroyum at fáa ein væl størri part av heildarkvotuni, var, at makrelurin í størri mun enn áður hevur havt beiti í føroyskum sjógvi – í størri nøgdum og yvir longri tíðarskeið enn áður hildið.

 

Tað hevur ikki verið vanligt, at makrelur í størri nøgdum er í føroyskum sjógvi so seint um heystið sum í ár. Í øllum førum ikki tað, sum menn vita um at siga. Hóast hetta, standa í løtuni stórar makreltorvur á Nólsoyarbanka, og føroysk skip hava gjørt góðar túrar á feltinum, bæði við nót og troli. Christian í Grótinum hevur eisini verið á Nólsoyarbanka við Kristian Martini Rasmussen sum skipara.

 

- Vit landaðu mánadagin eftir at hava gjørt eitt nótakast á 600 tons í einum kassa á Nólsoyarbanka, har bara er loyvt at fiska makrel við nót, og síðan fingu vit 300 tons í einum háli við trolinum uttan fyri kassan. Vit landaðu 600 tons í Fuglafirði, og restina av veiðini frystu vit sjálvir.

 

Skiparin á Christiani í Grótinum sigur, at flestu skip seinastu tíðina hava verið á sildaveiði, og tað hevur gingið rímiliga væl, tó at tað hevur verið langur vegur at sigla norður og heim aftur úr altjóða sjógvi. Kristian Martin Rasmussen væntar, at nú skipini fara avstað aftur, fara fleiri á makrelveiði her sunnan fyri, sum makrelurin stendur í løtuni, tí hetta sær rættiliga spennandi út.

 

Reiðarin og skiparin vísir á, at tað hevur ikki verið vanligt at renna seg í so stórar makreltorvur í føroyskum sjógvi hesa tíðina av árinum. Hann sigur, at ætlanin hjá teimum var at fara í ES-sjógv at fiska makrel, men nú so nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi, er ikki vist, at tað verður neyðugt.

 

- Vit hava 2000 tons eftir at fiska og um alt gongur, soleiðis sum tað sær út í løtuni, er væntandi, at vit kunnu fiska restina av makrelkvotuni í føroyskum sjógvi, sigur Kristian Martin Rasmussen, sum ikki er sørt ovfarin av, at so nógvur makrelur seinastu tíðina hevur verið staðfestur á Nólsoyarbanka.