Kristian Martin luttekur í EM

Í dag megnaði Kristian Martin Garðalíð, sum luttekur í innandura EM í Helsinki, at fáa eitt 4. pláss í fimm-kampi. Venjarin, Sonni Djurhuus, sigur, at tað hevur sum heild gingist væl hjá Kristian Martini. Um vikuskiftið er ein stór evropeisk kapping í frælsum ítrótti. Tað er felagsskapurin INAS, ið skipar fyri innandura EM í Helsinki í Finlandi.

INAS er felagsskapurin, ið skipar fyri kappingum fyri fólk við menningartarni á hægsta støði.

Ítróttarsambandið fyri Brekað hevur sent Kristian Martin Garðalíð at umboða Føroyar í kappingini, og hann fer at luttaka í fimm-kampi og í kúlustoyti.

Í dag megnaði Kristian Martin at fáa eitt 4. pláss í fimm-kampi. Hann fekk samanlagt 1828 stig. Venjarin, Sonni Djurhuus, sigur, at tað sum heild hevur gingist væl hjá Kristian Martini.

Sunnudagin skal hann royna seg í kúlustoyti.

Kristian Martin hevur saman við venjara sínum fyrireikað seg væl til kappingina. Hann venur við ítróttafeløgunum Svani í Eysturoy og Hvirluni í Havn.

Umframt hetta hevur hann eisini luttikið og staðið seg væl í kappingum hjá ÍSB og kappingum hjá FÍF, har hann hevur kappast móti øðrum, ið ikki bera brek.

Kappingin í Helsinki endar sunnudagin, og Kristian Martin og venjari hansara verða aftur í Føroyum mánadagin.