Kristian Magnussen: Hetta er sabotasja

? Jákup Mørkøre hevur bara eina uppgávu. Og tað er at halda seg til tað, sum er avtalað. Alt annað er ?sabotasja?, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í heilsumálum

? Hetta kann ikki vera annað enn ?sabotasja?.

Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum er ógvuliga ørkymlaður av, at ætlanin nú er at seta ein einstreingjaðan leiðslubygnað verk á Landssjúkrahúsinum.

Tí hann sigur, at tað er ein púra greið, skrivlig avtala, at Landssjúkrahúsið skal stýrast av eini tvístreingjaðari leiðslu á hvørjum av teimum trimum deplunum, sum ætlanin er at gera.

Tvs, at ein leiðandi sjúkrasystir skal sita í leiðsluni á jøvnum føti við tann leiðandi læknan á teimum deplunum, sum ætlanin eru at skipa á Landssjúkrahúsinum

? Hetta er ein skrivlig avtala ímillum sjúkrasystrarnar og serlæknarnar.

? Og tað er hendan leiðslubygnaðin, sum vit politiskt samtyktu at seta í verk.

? Og tað er hetta, sum sjúkrahúsleiðarin skal halda seg til, og onki annað.

Kristian Magnussen sigur, at tað er onki annað avgjørt politiskt, enn at tað skal vera hendan tvístreingjaða leiðslan á Landssjúkrahúsinum.

? Og so leingi, onki annað er avgjørt, er hendan avtalan í gildi.

? Og alt, sum verður gjørt ímóti hesi avtaluni, kann ikki metast sum annað enn ?sabotasja?.

Kristian Magnussen sigur, at tað var kjalarvørrinum av DIOS- kanningini, at serlæknarnir og sjúkrasystrarnar gjørdu hesa avtaluna.

? DIOS kanningin mælti til ein einstreingjaða leiðslu við einum lækna ovast uppi.

? Tað góðtóku sjúkrasystrarnar ikki, og fóru í verkfall.

? Úrslitið av stríðnum tá varð ein semja ímillum Landsstýrið og partarnar á Landssjúkrahúsinum um, at talan skuldi verða um eina tvístreingjaða leiðslu.

? Tvs, at tað í fyrsta umfari skuldi setast ein sjúkrasystrastjóri fyri á jøvnum føti við læknastjóran.

? Somuleiðis skuldi tað verða felags leiðsla við lækna og sjúkrasystir á jøvnum føti á hvørjum av deplunum.

? Í tíðini aftaná varð arbeitt við at fylla karmarnar í hesi avtaluni.

Og tá bjóðaðu serlæknarnir og sjúkrasystararnar sær til at tey skuldu sjálvi finna fram til eina semju um bygnaðin.

? Tað góðtók landsstýrið og gav teimum eina freist at gera arbeiðið í. Endin var, at sjúkrasystrararnar og serlæknarnir samdust um, hvussu leiðslubygnaðurin skuldi vera.

? Hesa avtaluna, sum partarnir á Landssjúkrahúsinum sjálvir samráddust seg fram til, varð góðtikin í Landsstýrinum. Og tað er hesi avtaluni, landsstýrið arbeiddi eftir síðani.

Kristian Magnussen sigur, at fremsta uppgávan hjá sjúkrahúsleiðaranum, Jákupi Mørkøre er at halda seg til tað, sum er avgjørd politiskt.

? Tað er ikki hansara uppgáva at stinga ein nýggjan leiðslubygnað út í kortið.

? Hansara uppgáva er heilt einfalt at fylgja tí leisti, sum landsstýrið hevur sagt, at hann skal fylgja.

? Og tað er at skipa eina felags leiðslu á Landssjúkrahúsinum.

Kristian Magnussen sigur, at tað undrar hann stórliga, at tey, sum eru yvir sjúkrahúsleiðaranum, og í síðsta enda landsstýrismaðurin í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, ikki hevur megnað at gjørt honum hetta greitt.

Hann sigur, at tekur málið í størsta álvara. Og hann umhugsar nú at reisa ein fyrispurning í tinginum á ráðharran í almannamálum um leiðsluvirðurskiftini á landssjúkrahúsinum.

? Tað gongur ikki, at tey á Landssjúkrahúsinum skulu blíva við at brúka tíð og kreftir uppá at loysa ein leiðslutrupulleika. Tí tað tekur orkuna frá tí arbeiðnum, tey eru sett til, og sum hevur størsta beinleiðis týdning fyri brúkaran, og tað er at viðgera og røkta sjúklingar, sigur Kristian Magnussen.