Í morgin verður aðalfundur hjá Hondbóltssambandi Føroya, og tá verður m.a. nevndarval á skránni. Formaðurin seinastu 10 árini, Kristian Johansen, stillar ikki uppaftur. Tað váttar hann fyri in.fo í kvøld.
Tískil skal nýggjur formaður veljast – ella kanska rættari sagt forkvinna, tí sum in.fo skilir, so verður tað mest sannlíkt Gunn Ellefsen, ið verður vald sum forkvinna. Hon er í løtuni næstforkvinna í hondbóltsfelagnum H71.
Aðalfundurin verður í morgin kl.12.00 á Hotel Føroyum. In.fo fylgir málinum.










