Í gjár skrivaðu vit, at føroyski U-21 landsliðsmálverjin, Kristian Joensen, var til royndarvenjing í danska felagnum Lyngby BK.
Les eisini: Kristian Joensen í Lyngby
Vælvitandi keldur hjá Miðlahúsinum vilja í morgun verða við, at sáttmáli er gjørdur millum Kristian Joensen og Lyngby BK. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa tíðindini váttaði. Vit fylgja upp uppá málið.