Kristian Joensen leitar enn

Føroyski málverjin leitar framvegis eftir einum felagi at spæla við í Danmark

Føroyski málverjin, Kristian Joensen, leitar framvegis eftir einum felagi at spæla við í Danmark. Flytingarvindeygað er latið aftur, men av tí at Kristian er sáttmálaleysur, so kann hann framvegis knýtast einum liði.

 

Kristian bleiv leyslatin úr Lyngby um ársskiftið. Ætlanin er framvegis at finna eitt felag í Danmark. Sum skilst, so er áhugi, men enn er einki komið burturúr tí.

 

Flytingarvindeygað letur aftur 16. mars í Føroyum. Er einki komið upp á pláss tá, so helst ein møguleiki fyri, at Kristian verður at síggja í føroyskum fótbólti í eitt tíðarskeið.

 

Kristian Joensen, sum hevur verið partur av bæði A-landsliðnum og U21 landsliðnum, hevur fyrr lagt dent á, at hann ætlar sær at royna seg uttanfyri landoddarnar.