Kristian Joensen hevur seinni árini verið málverji hjá NSÍ, men nú er líkt til, at hann fer av landinum at spæla komandi kappingarár.
Les eisini: Kristian stóð seg væl í Danmark
Sum skilst, so verður arbeitt við einum sáttmála við Akademisk Boldklub Gladsaxe, eisini kent undir navninum, AB. Felagið heldur til í næstbestu deildini í Danmark.
NSÍ hevur longu tryggjað sær Andras Gango, sum í fjør vardi málið hjá 07 Vestur. Tí bendir nógv á, at NSÍ eisini kennir til støðuna hjá 20 ára gamla Kristiani, sum eisini fekk rós í einum royndardysti fyri AB.