Kristian heldur ikki fram í Lyngby

Kristian Joensen verður ikki partur av danska Lyngby í framtíðini

Føroyski málverjin hevur síðani summar spælt við Lyngby, sum spælir í næst bstu deildini í Danmark. Har hevur hann spælt tveir dystir á besta liðnum, men nú velja partarnir at fara hvør til sítt.

 

- Kristian er ein ungur málverji, sum er íðin og arbeiður hart á fótbóltsvøllinum. Vit ivast ikki í, at hann finnur eitt nýtt felag skjótt, har hann kann fáa spælitíð., sum hann tíverri ikki fekk her. Vit vilja gjarna takka honum fyri tíðina í Lyngby og ynskja honum alt tað besta í framtíðini, sigur venjarin hjá Lyngby, Jack Majgaard Jensen, við bold.dk

 

Lyngby liggur nummar eitt í 1.deild og sannlíkt er, at felagið flytir upp í Superliguna. Sum skilst, so leitar felagið eftir einum fyrsta málverja, ið skal hava Superliga royndir.