Kristian fingið debut í Lyngby

Kristian Joensen spældi í kvøld sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá Lyngby

Føroyski U21 og A-landsliðsmálverjin, Kristian Joensen, spældi í kvøld allan dystin í donsku steypakappingini, tá Lyngby, sum spælir í næst bestu deildini, vann á Avarta, ið spælir í triðj bestu deildini.

 

Kristian Joensen skifti í summar frá NSÍ til Lyngby. Hann hevur í fyrru hálvu av landskappingini verið útleigaður til B68. Nú hevur hann fingið hol á yrkisleiðina sum málverji hjá Lyngby.

 

Lyngby hevur fingið eina góðan byrjan upp á landskappingina í næst bestu deildini. Aftaná trý umfør hevur Lyngby saman við trimum øðrum feløgum sjey stig í oddinum.