Nú er greitt, at Kristian Davidsen tekur við starvinum sum samtaksstjóri hjá Føroya Tele tann 11. mars. Tað er greitt, eftir at Tussas (grønlendska post- og telefelagið) hevur sett nýggjan stjóra.
Kristian R. Davidsen var samtaksstjóri í Føroya Tele árini 2006-2015. Seinastu átta árini hevur hann verið stjóri í almenna grønlendska tele- og flutningsfelagnum, Tusass.
– Kristian R. Davidsen kennir fjarskiftisøkið sera væl. Harumframt hevur hann serliga vitan um fjarskifti í fjarskotnum økjum, eftir at hann bæði hevur drúgvar royndir úr Føroyum og Grønlandi. Nevndin metir, at hann er rætti persónurin at standa á odda fyri Føroya Tele næstu árini, segði Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele, tá tað varð kunngjørt, at Kristian Davidsen aftur verður stjóri á Føroya Tele.
Bjarni Arnason legði tá eisini dent á, at Kristian R. Davidsen hevur røttu tøkniligu, búskaparligu og umsitingarligu førleikarnar, at hann hevur verið partur av stóru altjóða menningini á fjarskiftisøkinum seinastu 15 árini, umframt at hann hevur drúgvar royndir og holla vitan um samspælið millum ymisku áhugapartarnar á fjarskiftisøkinum.
Kristian R. Davidsen hevur harumframt alla tíðina verið partur av føroyskum vinnulívi, tó at hann hevur starvast í Grønlandi. Hann er nevndarlimur í BankNordik og nevndarformaður í Landsbyggifelagnum. Hann hevur eisini verið nevndarlimur í NEMA, har hann óbeinleiðis ígjøgnum annað felag hevur átt minnilutapartabrøv. Hesin nevndarsessurin hevur givið honum høvi at fylgja við gongdini á føroyska fjarskiftismarknaðinum.
Kristian R. Davidsen gleðir seg til eitt tørn aftrat á Føroya Tele, har hann eisini treivst væl, tá boð vóru eftir honum úr Grønlandi at taka við avbjóðingunum, sum almenna grønlendska tele- og flutningsfelagið hevði.
– Eg fegnist um møguleikan at koma aftur til Føroya – bæði til eitt gott heim og eitt gott arbeiðspláss. Tað eri eg sera takksamur fyri, og tað er við stórum áhuga, at eg fari til verka aftur fyri Føroya Tele at flyta samtakið víðari í fjarskiftistilgongdini, sum gongur við rúkandi ferð, segði Kristian R. Davidsen í tíðindaskrivi frá Føroya Tele í november, tá hann varð settur sum stjóri aftur í felagnum.
Í Grønlandi hevur hann staðið á odda fyri at útbyggja grønlendska fjarskiftisnetið fyri 800 milliónir krónur árini 2017-2020, og haraftrat er hann í holt við útbyggingar fyri eina milliard krónur, sum eru ásettar fyri tíðarskeiðið 2021-2024.
Tusass í Grønlandi hevur um hendi bæði fjarskifti, post og flutning á einum risastórum landaøki, umframt at felagið umsitur kritiskan infrastruktur fyri flogferðsluna, donsku verjuna og amerikansku verjuna.
Føroya Tele skal áhaldandi flytast frameftir í samsvari við tøknifrøðiligu menningina og krøvini til trygd. Nakrar av fremstu raðfestingunum hjá samtaksstjóranum verða at tryggja, at verkætlanir sum 5G og “Fipur til Heimið” í mest møguligan mun gagna brúkarunum, og at fjarskiftissambandið hjá Føroyum við útheimin verður ment.
Nú er sum sagt omanfyri greitt, at Kristian R. Davidsen tekur við sum samtaksstjóri í Føroya Tele 11. mars. Tað er greitt, nú viðurskifti hansara við Tusass endaliga eru avgreidd.