Kristian Blak gevur gamla barnafløgu út aftur av nýggjum

Plátufelagið Tutl endurútgevur barnaútgávuna ?Nu ska vi u å sejle? eftir Kristjan Blak, sum á fyrsta sinni kom út í 1977. Tónleikin á tí nýggju fløguni spæla í veruleikanum legendariski bólkurin Kræklingar. Hóast tað ikki stendur á húsanum, so syngur Kolbein Simonsen eisini á fløguni ? á gøtudonskum!

Í tí vaksandi dunga av endurútgivnum útgávum á føroyska marknaðinum telist nú eisini ?Nu ska vi u å sejle?.

Lat tað vera sagt beinanvegin: Henda útgávan er nakað serligt!

Ikki bara tí at allur teksturin er so fjákutur sum bara danskir tekstir kunnu vera, og at Kristian Blak hevur gjørt eina frálíka samanhangandi barnasøgu um eitt áarross. Heldur ikki bara tí, at tú hoyrir legendariska bólkin Kræklingar spæla og Ólavur Øster prógvar, at búði hann ikki í Signabø, so hevði Eric Clapton helst slettis ikki torað at verið edrúur so leingi, sum hann hevur. Ólavur er snøgt sagt í kanónformi.


Kolbein syngur!

Nei, orsøkin til tað nakað heilt serliga er ein heilt onnur:

Tú skalt inn í kjarnina sjálva. Har stendur Kolbein Simonsen í síni klassisku skipstroyggju. Og ongantíð havi eg flent so nógv í 1998, sum tá rødd Kolbeinar skelvandi sigur:?Du må ikke sejle for langt væk!?

Kolbein er bedstefar, og seinni á fløguni útfoldar hann seg rættiliga. Hann prátar gøtudanskt og syngur! Hetta er fantastiskt.! Ein dýrgripur fyri føroyska list.

Um fløguna kann annars sigast, at løgini hava ein norðurlendskan post-hippie-vísudám, og Kristian er bestur á lagnum ?Solsang 1?.

Ein frálík kompositión.