Av teimum 59 bløðunum í Danmark, sum fingu part av miðlastuðlinum í 2013, var tað Kristeligt Dagblad, sum fekk mest. Blaðið fekk 30,5 milliónir krónur í almennum stuðuli.
Í danska miðlaheiminum er tað alment kent, at tað bara vóru tvey blaðhús, sum høvdu klárað seg, um eingin almennur stuðul var. Miðlastuðulin í Danmark er tí grundarlagið fyri so at siga øllum journalistiskum arbeiðsplássum í Danmark. Uttan stuðulin vóru eingir miðlar.
Les eisini: Donsk bløð fáa 370 milliónir í stuðuli
Í Føroyum tosa summir politikarar í álvara um at privatisera Kringarp Føroya. Semja er tó í føroysku politisku skipanini um, at stuðul skal ikki latast til miðlavirksemi. Tað almenna skal heldur ikki fíggja alemnnu public service rásina, Kringvarp Føroya. Tì hevur Mentamálaráðið gjørt ein sáttmála við kringvarpsleiðsluna um, at stovnurin sjálvur skal útvega sær 10 milliónir krónur í lýsingum og sponsoratum. Tí er tað, at Kringvarp Føroya at kalla onga sending kann senda, uttan at greitt tilskilað er, hvør handilsmaður hevur stuðlað sendingini.
Lurtarar og hyggjarar, sum við lóg og pantifúta eru tvingaðir at gjalda fyri meginpartinum av virkseminum hjá Kringvarpi Føroya, fáa onga tøkk fyri tað. Bara handilsmenn fáa tøkk frá Kringvarpinum.
Soleiðis slóða føroyskir politikarar fyri, at miðlarnir í Føroyum verða niðurlaðaðir, meðan almenna kringvarpið, sum av røttum átti at verið okkara óhefti vakthundur, alsamt meira verður bundin at handilsmonnum og politikarum, sum látast at vilja stovninum væl.
Miðlahúsið hevur frá landsstýrinum fingið at vita, at eingin broyting verður gjørd hesum viðvíkjandi. Bjørn Kalsø fær ikki undirtøku fyri sínum uppskoti um at frítaka kringvarpsgjaldið fyri mvg. Hetta hevði givið stovnum teir pengar, sum hann sambært avtalu við Mentamálaráðið sjálvur skal skaffa sær frá handilsmonnum, sum soleiðis fáa ávirkan á innihaldið í Kringvarpi Føroya.
Men hesum uppskotið hevur Fólkaflokkurin havnað. Harvið verður tað ikki lagt fram. Bjørn Kalsø kastar tí handklæðið í ringin, og tí hendir eingin bati á fjølmiðlaøkinum. Privatu miðlarnir sigla sín egna sjógv, meðan Kringvarpið við fleiri enn 50 almennum milliónum á bók kann undirbjóða allar teir privatu miðlarnar á lýsingarmarknaðinum.
Í til dømis Danmark hevði tað verið púrasta óhugsandi, at ein stjórn uppførdi seg soleiðis. Har er semja millum allar politikarar, at fjølmiðlarnir hava stóran týdning fyri fólkaræði. Tí verða fjølmiðlarnir í til dømis Danmark tiknir í álvara.
Eitt blað, sum til dømis Børsen fær tí 22 milliónir árliga í stuðuli frá landinum. Tað fær BT eisini, eins og Berlingske, Jyllandsposten og Politiken eisini. Ekstrabladet fær 12 milliónir. Ókeypis lýsingarblaðið MetroXpres fær 6 milliónir.
TRÝST HER fyri at síggja, hvussu nógv tey 59 bløðini fingu í almennum stuðuli í Danmark í 2013.
Munurin millum danskar politikarar og føroyskar politikarar er, at danir vilja hava fjølmiðlar. Tað vilja føroyskir politikarar ikki. Men Danmark er ikki eitt eindømi. Tað eru Føroyar, sum eru eindømi um land í Vesturevropa, sum leggur so lítið í týdningin, sum fjølmiðlarnir hava í demokratinum.