Um tað er nakar, sum er greiður yvir, at hon dugir nakað, so er tað 22 ára gamla Kristen úr Føroyum.
Tað skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio, sum harvið eisini avdúkar, at Kristel Lisberg er millum luttakararnar í næstu X-Factorkappingini, sum fer av bakkastokki nýggjársdag kl 19.
Tað er mín stóri dreymur at liva av tónleikinum. Eg livi og andi fyri tónleiki tað er tað, sum eg elski, og tað er har, sum hjartað mítt er, sigur Kristen Lisberg við heimasíðuna hjá Danmarks Radio.
TRÝST HER fyri lesa meira og fyri at hoyra hana syngja Etta James-klassikaran, »At Last«.