Kristel á pall við Sputnik

Dansiorkestrið, Sputnik, fer nú aftur á pall at spæla. Teir fara at spæla til stóran dans í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 30. juni, og á pallinum við teimum verður Kristel Lisberg Tónleikabólkurin, Sputnik, sum var sera kendur í Føroyum heilt frá miðskeiðis í sjeytiárunum og fram til fyrst í hálvfemsárunum, fer nú aftur á pall at spæla.

 

Í apríl mánaði spældi Sputnik til dans á Tvøroyri, men undan hesum skulu vit leita heili 15 ár aftur í tíðina fyri at finna seinastu framførsluna hjá bólkinum. Leygarkvøldið 30. juni fáa fólk norðanfjørðs tó møguleika at hoyra góða dansibólkin, tí tá fer hann nevniliga at spæla til stóran dans í høllini á Hálsi í Havn. Sputnik fer tó at fáa góða hjálp á pallinum, tí Kristel Lisberg, sum er dóttir Jens Lisberg, fer at vitja á pallinum av og á. Har fer hon at syngja løg eftir Patsy Kline og øðrum kendum stjørnum.

 

Sum sagt, so byrjaði bólkurin at spæla miðskeiðis í sjeytiárunum, og manningin hevur verið skiftandi ígjøgnum ár og dag. Brøðurnir Jens og Marner Lisberg hava tó verið við øll árini, og tá teir fara á pall á Hálsi 30. juni, fara teir at hava Johan Dahl, Jens Johannesen, Kaj Johannesen, Arnbjørn Sivertsen og Torbjørn Andrias Lisberg afturat sær. Her kann leggjast afturat, at Johan Dahl er ein av uppruna limunum í Sputnik.

 

Sputnik gjørdist kendur kring landið við løgum sum ?Eg sjólívið valdi? og ?Kom abbi seti stabba á?. Dansibólkurin er tó best kendur fyri at spæla ymsan dansitónleik. Hetta er alt frá svenskum slagarum og Elvis til væl kend føroysk løg.

 

Kvøldið byrjar annars kl. 23, og tað verður Elis Poulsen, sum skal hita upp fyri Sputnik. Hann skal nevniliga fáa lív í fólki við ymiskum dansifløgum.

 

Tað er Argja Bóltfelag, sum skipar fyri dansinum.