Kristel á Ó konsertini

Nú er greitt, at Kristel Lisberg verður at hoyra á Ó konsertini 27. juli, saman við eitt nú The Dreams.

 

Kristel Lisberg er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum innan føroyskan tonleik í løtuni. Hon hevur í mong ár sungið og framført country tónleik, men í seinastuni hevur Kristel skift stíl, og spælir nú fangandi popp tónleik.

 

Í ár hevur hon givið út stakfløguna "In the Lights", sum hevur verið nr. 1 á 15 teim bestu í fleiri vikur. Kristel verður at hoyra á Ó konsertini á Skálatrøð tann 27. juli, har The Dreams eisini fara at framføra. Forsølan av atgongumerkjunum til Ó konsertina er byrjað á eBillett.fo.