Kristel: Hetta er tað størsta

- Eg eri upp á skift spent og nervøs til kappingina, sigur Kristel Lisberg, ið skal verða við í danska Grand Prixnum

(Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR)

13. februar verður Kristel Lisberg ein av teimum 10 luttakarunum í danska Grand Prixnum. Hon skal framføra sangin Who Needs a Heart.

Melodi Grand Prix er eitt stórt show í Danmark, og sera nógv verður gjørt burtur úr sjónvarpsframleiðsluni í sambandi við kappingina. Vanliga hyggja umleið tvær milliónir fólk eftir kappingini, sum í ár verður hildin í Horsens. 10 sangir fara tá at kappast um at sleppa við til europeisku kappingina, ið verður hildin í Svøríki.


- Eg havi ikki roynt nakað so stórt áður, og eg eri upp á skift spent og nervøs til kappingina. Men eg eri í góðum hondum, tí nógv fólk stuðla og ráðgeva mær í kappingini. Eg kenni meg trygga, sigur Kristel Lisberg við VikuskiftisSosialin.

- Fyri meg ræður tað um at hava fokus uppá sangin og framførsluna, tí eg vil fegin gera tað so gott, sum eg kann, og eg vil eisini njóta hesa upplivingina. Tí ætli eg mær at hugsa minni um, at hetta er ein kapping, og at eg skal vinna, hóast eg sjálvandi veit, at tað hevði verið ótrúliga stuttligt at sloppið víðari til kappingina í Svøríki, sigur hon.

Longri samrøða við Kristel Lisberg kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið. 

(Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR)

(Mynd: Agnete Schlichtkrull/DR)