Kristel blásti dómarar um koll

Ungi hjálpardómarin hjá Pernille, Mathias, varð blástur um koll av føroysku Kristel, sum sang ein Nirvana sang á ein heilt serligan hátt.

 

X-Factor er nú av, og fimm tey bestu innan hvørja kategori eru nú útvald. Harímillum eru báðir luttakararnir úr Føroyum.

 

Pernille Rosendal er dómari hjá føroysku Kristel Lisberg, og aftrat sær hevði Pernille Rosendal Mathias, sum er kendur frá bólkinum Duné.

 

Kristel valdi ein sang hjá Nirvana, og hennara útgáva av hesum sangi hóskaði avgjørt væl til hennara rødd.

 

Heimasíðan hjá DR skrivar, at føroyski Sveinur Gaard Olsen hevur fingið boð frá Cutfather um, at hann skal “stramma upp” til næstu ferð, tí dómarin eftir øllum at døma ikki var nøgdur við framførsluna hjá Sveini hesaferð.

 

Næsta fríggjadag verður greitt hvør kemur víðari til live showini í X-Factor.